útskriva

Lagt út: 09.03.2017

Ynskir tú uppihald á Hvíldarheiminum?

Á Hvíldarheiminum Naina ber til at fáa uppihald, um tygum av ymiskum orsøkum hava tørv á at hvíla, fáa umsorgan og heilsubót í eitt ávíst tíðarskeið.

397A8926b.jpg

Fyri at koma á Hvíldarheimið krevst ein ávísing frá einum lækna, sum metir um tygara tørv. Tað eru ymiskar orsøkir, sum kunnu liggja til grund fyri tørvin á uppihaldi, og hvussu leingi hetta varir. Her koma fólk bæði frá kirurgiskum, medisinskum, psykiatriskum og onkologiskum deildum innan Heilsuverkið. Kommunulæknin kann eisini ávísa fólk úr øllum landinum.

Vit leggja herðslu á at taka støði í hvørjum einstakum menniskja og veita umsorgan, røkt og viðgerð í mun til tørvin hjá tí einstaka.

Vit raðfesta reinføri høgt og fylgja galdandi reinførismeginreglum innan Heilsuverkið. Fyri at koma seg aftan á sjúku, sorg ella niðursettan førleika er umráðandi at hava eitt róligt og trygt umhvørvi at styrkja seg í. Eisini raðfesta vit, at reglusemi er í samdøgrinum, har fastar máltíðir verða yvirhildnar, at hvílitímin verður virdur, at ein rørir seg eftir tilráðingum og fær neyðugan svøvn um náttina.

Á Hvíldarheiminum Naina er ein sjúkrarøktarfrøðingur á vakt alt samdøgrið, og hevur hesin høvuðsábyrgdina av røktini. Harumframt starvast køksfólk, reingerðarfólk og hjálparfólk í húsinum, og eru tey við til at tryggja, at allar arbeiðsuppgávur verða loystar á ein skynsaman hátt, soleiðis at øll fáa eina mennandi uppihaldstíð.