útskriva

Virðisgrundarlag

Hvíld, umsorgan og heilsubót eru tey 3 høvuðsvirðini, sum eru grundarlagið undir arbeiðinum á Hvíldarheiminum Naina.

Hvíld

Fyri at koma fyri seg aftaná sjúku, sorg ella aðra strongd er neyðugt at raðfesta hvíld og svøvn.

Umsorgan

Umsorganin verður tillagað tørvin hjá hvørjum einstakum hvíldarfólki. Tað snýr seg um likamligan, sálarligan, sosialan og/ella andaligan tørv á umsorgan og røkt.

Heilsubót

Í okkara arbeiði leggja vit herðslu á at skapa tryggar karmar, skipaða samdøgursrútmu, reglusemi, róligt umhvørvi, heilsugóðan mat, reinføri, rørslu og sosiala samveru við bæði starvsfólk og onnur hvíldarfólk. Hetta eru viðurskifti, sum eru við til at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.