útskriva

Starvsvenjing

10. fl. næmingur frá Skúlanum á Giljanesi í starvsvenjing á Naina

Seinastu 2 vikurnar hevur Maria Elisabeth Hallsdóttir Selfoss verið í starvsvenjing á Hvíldarheiminum Naina. Tað er bæði gevandi og stuttligt at fáa frisk ung fólk á Naina. Maria Elisabeth hevur luttikið í matgerð og borðreiðing í køkinum, dagligu reingerðing á heiminum og í sjúkrarøktini saman við sjúkrarøktarfrøðingunum.

Vit hava verið sera glað fyri Mariu Elisabeth, sum er bæði blíð, røkin og arbeiðssom.

Takk fyri tíðina og blíðan byrð.