útskriva

Naina fingið hjartastartara

Hvíldarheimið Naina hevur fingið hjartastartara í gávu frá Lions í Vágum.

26.februar vóru vit á Nainu boðin á Giljanesdag at móttaka hjartastartara frá Lions í Vágum. Vit eru sera fegin um hesa gávu.

Tann 30.03.2017 fingu vit frálæru í at nýta hjartastartaran. Ansni hevði skeið í lungna- og hjartabjarging fyri øllum starvsfólkunum.