útskriva

Minningarorð um Ásu K. Olsen

Minningarorð um Ásu K. Olsen

Minningarorð um Ásu Kiærbech Olsen

Fødd 22. februar 1950 – andaðist 11. apríl 2020

Tung vóru boðini, sum bórust páskaaftan, at okkara fyrrverandi leiðari Ása Kierbech Olsen var farin um sýn. Ása var leiðari á Hvíldarheiminum Naina í 14 ár, frá 2002 til 2016. Áðrenn tað var Ása lærari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í mong ár. Ása var sera góð við Hvíldarheimið og gekk upp í sítt arbeiði við lív og sál. Hon legði sera stóran dent á at skapa góðar, tryggar og heilsufremjandi karmar fyri sjúklingin. “Ro, renlighed og regelmæssighed”, plagdi Ása at taka til, saman við sjúkufyribyrgjandi røkt frá kompetentum starvsfólkum er okkara vørumerki.

Eisini sá Ása týdningin av, at Hvíldarheimið Naina varð væl hildið, tí ein so gamal bygningur krevur støðugt viðlíkahald, sum má gerast við skili, tí peningaliga rásarúmið er ikki stórt. Hon sá somuleiðis stórt virði í at varðveita søguna hjá heiminum, og tí legði hon eisini stóra orku í at fáa bókina “Hvíldarheimið Naina” skrivaða. Bókin kom út í 2016 á 80 ára føðingardegnum hjá heiminum.

Sum leiðari hevði Ása sín egna stíl. Hon var avgjørd, og vóru ivamál um ymisk viðurskifti, tók hon javnan til “tað er bara ein skipari umborð á Polo”. Hennara sjarmerandi verumáti í samskiftinum við bæði læknar og onnur heilsustarvsfólk kom mangan sjúklinginum til góðar. Ása var eisini góð við síni starvsfólk. Hon dugdi væl at skapa góðar karmar og dámdi væl tær sosialu løturnar. Var eitthvørt áfatt hjá onkrum starvsfólki, dugdi Ása væl at taka hond um tey og skjótt finna teimum hjálp. Tí soleiðis var Ása sum menniskja - umsorgarfull, bráð av lyndi, ágrýtin, nærløgd og áhugað í lívsins viðurskiftum og øllum tí, sum fór fram í samfelagnum.

Ása og Eyðfinn eiga 2 synir, Árna og Kára. Ása gekk høgt uppí sína familju og gleddist um, at hon fekk 2 verdøtur. Í mong ár ynskti hon at blíva omma, og stór var gleðin, tá Arthur og Alisa komu og ríkaðu teirra tilveru. Ommuleiklutin gleddist Ása um, og var hann eisini ein av orsøkunum til, at hon ynskti at leggja frá sær sum leiðari fyri at njóta sítt otium.

Hóast Ása gjørdist sjúk av krabbameini fyri 17 árum síðani, so gavst hon ikki at liva. Hon valdi at stríðast og var ein sterk kvinna, sum virðismetti sítt arbeiði, elskaði sína familju og ikki minst síni ommubørn. Ása dámdi væl at ferðast og hava upplivingar saman við Eyðfinni og familjuni. Hon gekk høgt uppí havan hjá sær og elskaði blómur. Vit á Hvíldarheiminum Naina hoyrdu mangan Ásu siga, at “je havi verðins besta mann og eisini verðins besta vin”. Góði Eyðfinn við familju, tómrúmið er stórt, nú Ása mátti leggja árarnar inn. Má Guð styrkja tykkum og okkum øll í sorgini og sakninum.

Friður veri við minninum um Ásu Kiærbech Olsen

Starvsfólkið á Hvíldarheiminum Naina.