útskriva

Landsstýrismaðurin á vitjan

10.02.2020. Høvdu vit vitjan av landsstýrismanninum í heilsumálum Kaj Leo Johannesen og aðalstjóranum Turid Arge.

Vit vístu landsstýrismanninum og aðalstjóranum runt á Hvíldarheimið Naina og greiddu teimum frá søguni, rakstrinum av heiminum, okkara virðisgrundarlagi og okkara endamálið við arbeiðinum Afturvið einum kaffimunni fingu vit tosað um fleiri ymisk mál, m.a. hvørjar avbjóðingar vit hava her á heiminum viðvíkjandi atkomuligheit, tí eingin lyft er. Eisini er tørvur á einari nýggjari fráboðanarskipan, tí tann verandi er blivin ótíðarhóskandi.

Vit fegnast um vitjanina og áhuganum fyri Hvíldarheiminum Naina.