útskriva

Lagt út: 05.04.2017

Ester Danielsen farin frá fyri aldur

Fráfaringarløta á Hvíldarheiminum Naina, nú Ester Danielsen hevur valt at fara frá fyri aldur.

Hósdagin 30/3-17 hevði Ester Danielsen sín seinasta arbeiðsdag á Hvíldarheiminum Naina. Vit høvdu eina fráfaringarløtu fyri henni hendan morgunin, har vit við talu og góðum morgunmati nýttu høvi at takka Ester fyri hennara dugnasemi, vælgerð og altíð ábyrgdarfulla íkast til arbeiðsdagin á Nainu hesi nærum 13 árini, hon hevur arbeitt her.