útskriva

Sjúkrarøktarfrøðingur til Hvíldarheimið Naina

Hvíldarheimið Naina søkir eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi til setan frá 1. sept. 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv í dag-/kvøld-/náttarvakt í starvsbrøki 0,78

Hvíldarheimið Naina er eitt endurmenningarheim fyri fólk sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 24 fólkum, sum kunnu fáa endurmenning í 2 til 4 vikur.
Tey fólk ið koma á Naina, hava tørv á kirurgiskari, medisinskari og sálarligari hjálp, og tí er umráðandi, at umsøkjarin hevur hollar og drúgvar royndir innan hesi økini. Eisini er umráðandi, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit kunnu bjóða:
 Eitt áhugavert og avbjóðandi starv, við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Her starvast dugnaligir og royndir starvsfelagar, sum í felag arbeiða fyri einum góðum og virknum arbeiðsstaði.

Lønar og setanartreytir:
Løn sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjamálaráðið
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til mai@naina.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. juli 2026

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mai Dahl, fyristøðukvinnu, á telefon nr. 211840 ella Elinborg Danielsen. Deildarleiðara, á telefon nr. 271842