útskriva

Fyristøðufólk til Hvíldarheimið Naina

                      Tórshavn t. 05.07.2023.

Fyristøðufólk til Hvíldarheimið Naina

Starvið sum fyristøðufólk á Hvíldarheiminum Naina er leyst at seta frá 01. Septembur 2023 ella eftir nærri avtalu.

Hvíldarheimið Naina er ein sjálvsognarstovnur. Hvíldarheimið er eitt eftirbætarheim, sum er ætlað fólki, sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma fyri seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 23 fólkum, sum kunnu fáa endurmenning í uml 2-4 vikur. Alt virksemi hjá stovninum er væl lýst á okkara heimasíðu www.naina.fo

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv, við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Her starvast dugnalig og roynd starvsfólk, sum í felag arbeiða fyri einum góðum og virknum arbeiðsplássi, til frama fyri hvíldarfólkini.

Sum fyristøðufólk hevur tú leiðsluliga, fyrisitingarliga, fakliga og fíggjarliga ábyrgd  av øllum virkseminum á heiminum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum verða at:

·        seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv á heiminum

·        at tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og at kunna meta um býtið av tilfeinginum í serstøkum støðum

·        at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning

·        at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis

·        at góðskutryggja og menna virksemi

·        At verða fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av játtanini

·        At dagføra heimasíðuna 

Førleikakrøv:

·        Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur við hollum sjúkrarøktarfakligum royndum

·        Útbúgving innan leiðslu og/ella viðkomandi hægri útbúgving, er ein fyrimunur

·        Royndir innan leiðslu og fyrisiting

·        Royndir frá sjálvstøðugum arbeiðið

·        Góð samstarvsevnir

·        Evni at raðfesta og skipa arbeiðið

·        Góðan mál – og skriviførleika

·        Góðan telduførleika og kunnleika til Cosmic 

Vit bjóða: 

·        Góða innleiðslu í arbeiðið

·        Eitt fjølbroytt starv, har tú fært ávirkan og ábyrgd av menningini av heiminum

·        Samstarv við starvsfólk á heiminum og tvørfakligt samstarv innan heilsufakliga økið í Føroyum

Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.09.2023 ella eftir nærri avtalu. Starvsheitið er fyristøðufólk fyri Hvíldarheimið Naina. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elinborg Danielsen varaleiðara tlf 271842 ella til Birnu Mohr Joensen fyristøðukvinnu  á tlf 211840 naina@olivant.fo  

Umsóknarfreistin er tann 15.08.2023.

Umsókn við tilhoyrandi prógvum skal sendast á t-post: naina@olivant.fo  

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.