útskriva

Hvør er leikluturin hjá avvarðandi?

Øll avvarðandi eru vælkomin at ringja ella seta seg í samband við starvsfólk á Hvíldarheiminum Naina, um tey hava spurningar av einum hvørjum slag.

Avvarðandi eru ein nátúrligur partur í sambandinum millum Hvíldarheimið og hvíldarfólkið. Samstarv er tí ein nátúrligur liður í røkt og viðgerð. í móttøkuni av fólki, sum skulu fáa uppihald her, verður altíð spurt um telefonsamband við minst ein avvarðandi.

Vitjanartíðir hjá avvarðandi eru allar dagar ímillum kl. 15 - 16 og kl. 19 - 20